Dagføringar fyri 30 milliónir

Kortini skal SEV gjalda ein part av tunnilsdagføringunum

Tað fer at kosta tunnilsfelagnum um 20 milliónir krónur at fremja tær dagføringarnar, ið skulu gerast í Norðoyatunlinum hesar komandi mánaðirnar.

Tunnilsfelagið boðaði í morgun frá, at ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin verður avmarkað um næturnar fram til februar mánaða, tí at betongverja og vegøksl skulu stoypast í tunlinum, umframt at lekar skulu tetttast í tunnilsloftinum og nýggj pumpustøð skal gerast.

Uni Danielsen, stjóri í Vága- og Norðoyatunlinum, greiðir frá, at samlaða útreiðslan fyri dagføringarnar verður um 30 milliónir, men at SEV skal rinda góðar 10 milliónir av útreiðslunum, tí at nýggjur el-kaðal verður lagdur í tunnilin í sambandi við arbeiðið.

Kostnaðurin at stoypa og leggja kaðal verður um 20 milliónir, og tað er helvtin av teirri upphæddini, ið SEV skal rinda fyri.

Nýggja pumpustøðin kostar um tríggjar milliónir, men pumpustøðin fer væntandi at spara tunnilsfelagnum í el-útreiðslum, um 150.000 krónur um árið.

 Ljós skulu eisini leggjast í stoypingina, og tað fer at kosta um tríggjar milliónir, og fimm milliónir skulu nýtast til at tetta lekar í tunnilsloftinum.

##med2##

Tað hevur áður verið nógv frammi, hvussu dagføringar og viðlíkahald av undirsjóvartunlunum skulu fremjast, um bummgjøldini fyri tunlarnar verður avtikið. Tá spurdur um, hvønn týdning bummgjaldið hevur fyri førleikan hjá tunnilsfelagnum at dagføra tunlarnar, svarar Uni Danielsen einfalt, at tekur felagið ikki bummgjald fyri ferðsluna gjøgnum tunlarnar, mugu dagføringarnar fíggjast gjøgnum fíggjarlógina.