Dagføring: Nú er eitt flogfar komið

- Sum líkindini eru í løtuni, er eingin vón fyri at flogfør lenda, og tí hava vit longu nú avlýst fleiri flogfør til Føroya. Ferðafólkini fáa kunning um nýggja fráfaringartíð klokkan 19.00 í kvøld í seinasta lagi.

Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, um flúgvingina, nú mjørkin aftur hevur lagt seg tjúkkur í Vágum.

Stjórin í føroyska flogfelagnum harmast um støðuna, men fær einki annað gjørt enn at royna at fáa flogførini heim, tá tað ber til. Og í løtuni ber illa til.

- Í løtuni stendur nógv á hjá okkum, tí hendan støðan leggur øgiliga nógv trýst á okkara manning. Ikki bara tey sum flúgva, men alla skipanina. Tí hava vit gjørt av at avlýsa nakrar fráferðir, og tað er eisini gjørt fyri at ferðafólkini ikki nýtast at sita heima og bíða til, at flogfarið kanska fer á flog. Nú kunnu tey ið hvussu er brúka dagin fram til klokkan sjey til annað, sigur Magni Arge.

Veðrið hevur verið ein stór forðing hesar seinastu dagarnar, og tað sær tíverri út til at blíva við.

Higartil í dag eru tvey flogfør farin úr Føroyum og einki er komið. Í skrivandi løtu er eitt sindur ljósari á flogvøllinum enn tað var fyrr í dag, men flogfar er einki komið kortini.

- Vit vóna at fáa flogfarið, sum stendur í Egilstøðum, heim. Og flogfarið, sum stendur í Ålborg, stendur eisini "upp á lúr" til at fara, so skjótt sum veðrið batnar.

Nærri kunning fæst um hesi flogførini seinni. Flogførini, sum eru avlýst, skuldu koma úr Gatwick í London, Billund, Bergen og Keypmannahavn. Flogførini til Bergen og tvey til Keypmannahavnar eru avlýst.

Meira fæst annars at vita við at hyggja inn á heimasíðuna: www.atlantic.fo.

Dagføring:

Nú klokkan tvey eydnaðist einum flogfari at lenda. Tað er flogfarið úr Keypmannahavn, sum hevur staðið í Egilstøðum. Væntandi fer tað flogfarið til Danmarkar sum RC454, men tað er ikki heilt greitt enn, sigur Sølvi Jespersen frá Atlantic Airways.