ÓLAVUR Í BEITI
Dan R. Petersen spurdi herfyri Finnboga Arge nakrar spurningar, har hann m.a. vildi hava at vita, um nøkur fyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk, nú neytaøði er staðfest í Danmark? Eisini vildi Dan R. Pretersen hava at vita, um tann føroyski myndugleikin hevur nakran ávísan politikk mótvegis londum, ið nýta tað í viðmerkingunum nevnda fóður? Og kann landsstýrismaður við vissu siga, um fóður til føroysk neyt er vandaleyst? At enda spyr Dan R. Petersen, um tey tiltøk, ið sett eru í verk ímóti ridludkriða í Føroyum, eru nøktandi?
Brúkarin kunnigur
Í svari sínum, sigur Finnbogi Arge m.a., at í kjalarvørrinum av sera nógvu fráboðanum síðstu árini, bæði viðvíkjandi salmonella, neytaøði í Stóra Bretlandi, dioxin í Belgiskum høsnarungum, og nú neytaøði í Danmark, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan tikið avgerð um, at alt kjøt og úrdráttir av kjøti skulu merkjast við upprunalandi.
? Avgerðin varð formliga tikin 15. mars 2000 og fráboðað øllum heilsølum og størri handlum, sum eru í fráboðanarskipanini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Fyritøkurnar hava fingið freist inntil 31. mars 2000 at fáa viðurskiftini í rættlag.
? Eftir hendan dag er føroyski brúkarin kunnigur við upprunan av tí kjøti og kjøtúrdráttum, sum hann keypir. Hetta merkir eisini, at næstu ferð ein fráboðan kemur fram í fjølmiðlunum, so veit føroyski brúkarin, um hann hevur keypt vørur av hesum uppruna, sigur Finnbogi Arge.
Og viðvíkjandi spurninginum um fóður og kraftfóður til neyt og seyð, svarar Finnbogi Arge, at tað verður bert innflutt úr Danmark og øðrum Norðurlondum. Í Føroyum eru eingi lógarkrøv galdandi í sambandi við framleiðslu av fóðri.
Ein tilburður
Viðvíkjandi spurninginum um ridluskriða, sigur landsstýrismaðurin, at síðan 1995 er bert frá-boðaður ein tilburður, sum førdi við sær, at seyðurin, talan var um, varð dripin og sjúkuavgerðin váttað, tá heilin á avvarðandi seyði aftaná varð kannaður. Ymiskar avmarkingar vórðu lagdar á seyðaskipanina eftir tilburðin, m.a. víðfevnt bann fyri at selja livandi seyð, og skylda til at fráboða nýggjar tilburðir av ridluskriða í avvarðandi seyðaskipan.
? Í løtuni verður arbeitt við at dagføra lóggávuna um sjúkur hjá djórum. Hetta merkir m.a., at heimild fæst fyri eini meira aktivari niðurberjing av ridluskriða, sigur Finnbogi Arge í svarinum til spurningar Dan R. Petersen?s.