Í seinastuni hava fólk ivaleyst lagt til merkis, at skeltini á parkeringsøkinum millum Strandfaraskip Landsins og Betri Banka (fyrrverandi Eik) á Tvøroyri eru burtur.
Orsøkin er, siga tey í teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu, at tey nú eru í holt við at endurskoða og dagføra ferðsluviðurskiftini á økinum.
- Í næstum verða nýggj skelti sett upp og kunnað verður um hetta, tá arbeiðið er liðugt, leggja tey í teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu aftrat.