Dagen derpå í Runavík

Sunnudagin var opið hús í Skótahúsinum í Runavík. Tá var høvi hjá almenninginum at síggja stáliliga prýddu hølini, har miðmálin fyri kongaligu gestunum varð hildin.

 

Omanfyri 400 fólk høvdu leita sær í skótahúsið til eina hugnaliga løtu, har kommunan bjóðaði kaffi og lagkøku.

 

Borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen og borðfútin Petur Olivar í Hoyvík tóku mikrofonina og søgdu frá degnum og Jóannes S. Hansen hevði tikið harmonikuna við. Ein sera hugnaligur dagur aftaná eina væleydnaða vitjan, siga fyrireikararnir.