- Meðan eg renni hugsi eg um alt millum himmal og jørð. Eg hugsi um dagin, sum hevur verið, eg leggi ætlanir fyri dagar, sum skulu koma, greiðir Valborg frá.
- Eg kann bæði droyma ella hugsa um torførar støður, ið eg havi verið úti fyri - ella sum eg veit, at eg skal ígjøgnum.
- Onkuntíð nýti eg renningina til at avreagera. Fyri tað mesta dagdroymi eg tó undir mínum rennitúrum, staðfestir hon.
- Men tað veldst sjálvandi um, hvat tað er fyri venjing. Onkuntíð krevst, at eg eri púra fokuserað, meðan eg aðrar tíðir kann loyva mær at kobla úr og lata tankarnar reika.