Dagbókin: 9. a í skúlanum við Ósánna skrivar

Góða dagbók
Nú sita vit 9.a umborð á Nørruni á veg til Havnar. Vit hava verið í Hetlandi í eitt vikuskifti.
Fyrsta dagin sluppu vit at síggja hotellið, og tað var super lekkurt, síðani fóru vit ein gongu túr ígjøgnum býin.Næstan øll húsini vóru grá og laðað av gróti.
Vit sluppu at royna okkum á okkara "enska" máli, tað var mangan flent eftir okkum innanfyri diskin.
Annan dagin fóru vit at svimja í svimjihøllini, tað var orduliga well. Ì svimjihøllini var eitt boblubað, tveir stórir skreiðibanar (rutschebanar), útisvimjihylur, streymhylur og ein café.
Aftan á svimjitúrin fóru vit ein busstúr, vit sóu nógvar golfbanar, nakrar ponyhestar, modernaða skúlan í Scalloway, eitt hús prýtt við skeljum (virkuliga flott). Fleiri oyggjar og býir høvdu líknandi nøvn sum í Føroyum.
Seinni um kvøldið fóru vit út at eta indiskt, tað smakkaði væl.
Nú fara vit í land í Havn. Hetta Hevur verið ein læruríkur túrur, samanhaldið í flokkinum hevur verið gott. Hetta var ein stuttligur og ein ógloymandi túrur.

Góða dagbók.
Dagurin í gjár byrjaði uml. kl.08.00?.
Lagið á mær var gott , tí hetta var síðsti vikudagur , og eg ætlaði mær út seinni um kvøldið at hugna mær saman við góðum vinum.
Men sum dagurin gekk , bleiv eg meira og meira útlúgvað , av tí at eg svav so lítið náttina fyri.
Eftir skúlatíð fór eg heim til døgurða , tað var ógvuliga deiligt at fáa frí.
Tá ið eg so hevði etið , fór eg inn í kamarið at spæla teldu.
Uml. kl.19.00 fór eg til arbeiðis , har skuldi eg arbeiða til kl.21.00.
Tá eg var liðug at arbeiða fór eg út ein túr at ganga saman við mínari bestu vinkonu. Vit gingu runt í býnum og fjasaðu alla somlu tíðina.
Vit møttu síðani tveimum vinmonnum hjá okkum , sum bjóðaðu okkum biltúr.
Eisini í bilinum fjasaðu vit , líka til vit mundu sovna.
Tá ið klokkan var uml.04.00 fóru øll hvør til sítt , heim í song?




Góða Dagbók.
Eg kom upp í morgun klokkan 9:00, tí klokkan 11:45 skuldi eg møta í skúlanum
til aðalroynd við hornorkestrinum, tí vit skuldu hava konsert seinni um
dagin. Fyrst fór eg undir brúsuna, so fekk eg mær morgunmat, og so fekk eg
ikki tíð til meir, tí tá var klokkan 11:30.
Royndin gekk bara væl, og vit høvdu tað ógvuliga stuttligt.
Klokkan 13:30 vóru vit liðug og gjørdu klárt til konsertina, sum var klokkan
15:00, og so skundaði eg mær heim at gera meg klára.
Konsertin gekk bara heilt væl, og til tann eina sangin spældi eg solo, og
tað var satt at siga fyrstu ferð eg kláraði at spæla allan sangin uttan ein
einasta feil, so tað má sigast, at eg var heppin.
Klokkan 19:30 høvdu vit ball saman við orkestrinum. Vit fingu nógvan góðan
mat og spældu ?hit med sangen" og sungu og høvdu tað stuttligt.
Nú er klokkan 3:30, og nu orki eg ikki meir, so eg fari at sova.
Góða nátt.

Góða dagbók
Í gjár byrjaði skúladagurin klokkan 8:00. Vit orkaðu illa upp, men kortini
vóru vit í skúlanum til tíðina.
Skúlatímarnir gingu ógvuliga seint, men ENDULIGA aftaná 7 langar tímar vóru
vit liðug.
Vit fóru heim og sótu og snakkaðu og fjasaðu við kaninirnar.
Klokkan 15:50 máttu vit skunda okkum aftur í skúlan, tí hósdagar klokkan
16:00 eru vit lærarar hjá nøkrum børnum í 5 flokki, sum spæla horn. Nú eru
14 dagar síðani tey byrjaðu og tey hava klárað seg stak væl. Tað skula tey
eiga nógv rós fyri. Tey duga m. a. at spæla dovni Jákup uttanat.
Klokkan 17:00 vóru vit liðug og vit fóru heim, og so í býin, og hugnaðu
okkum og klokkan 23:00 fóru vit heim at sova zZzZz...