Dagbókin

Dagbókin: 10. a í Skúlanum á Ziskatrøð skrivar

Hósdagur, 10.10.2002

Åh! Lønin kemur ongantíð til tíðina! Altíð skal tað keðiligasta henda tá ein
skal nakað serligt. Hvussu skal eg nú fara til Danmarkar?! Ebba, Sanna og eg
avtalaðu at fara ein túr til Danmarkar at vitja systir Sannu.
Vit høvdu stórar ætlanir. Vit skuldu fara í Fiskatorgið, Strøgið og
Amagersentrið - har eru jú klæðir at fáa. Tað vóru tey støðini sum stóðu
ovast á listanum. Vit skuldu vera har í fýra dagar, so tað var góð tíð at
fara til øll trý støðini, og uppaftur onnur aftrat. Men øll hesi støð vóru
ógjørlig at fara til uttan pengar.
Mamma hevur longu goldið ferðaseðilin. Og eg sum havi arbeitt eyka í
kioskini. Bara til henda túrin havi eg arbeitt eyka. Næstan dupult so nógv
sum vanligt.
Mamma bað meg siga við arbeiðsgevaran at lønin ikki var komin. Tað haldi
eg virka nokk so grussut, men tað er ikki nógv annað at gera. Gjørdi so tað.
Hann byrjaði at stama, tá eg spurdi hann um hvussu tað var við lønini.
Nøkrum umskyldningum kom hann eisini við. Hann lovaði at flyta pengarnar við
tað sama, tí at hann hevði gloymt tað. So skulu teir vera komnir á kontoina
í morgin. Tá verður lekkurt at síggja kontoavritið....



Leygardagur, 12.10.2002

Í dag fóru vit. Mamma og pápi fylgdu mær vestur. Tað gjørdu mamma og pápi
Ebbu og Sannu eisini. Vit flugu frá kl.11.00 til umleið kl.13.00, haldi eg.
Vit lendu í Danmark kl.14.15 danska tí?. Systir Sannu bíðaði eftir okkum í
Kastrup. Hon hjálpti okkum eisini at fara eftir viðførinum.
Frá flogvøllinum lá leiðin út á Oyrasundskollegiið. Har skuldu vit búgva.
Systir Sannu spurdi um vit ikki bara skuldu vera inni í dag. Hon helt at vit
mundu vera nakað mó?ar aftaná fer?ina úr Føroyum til Danmarkar. Men
tvørturímóti. Vit vóru so spentar. Vit vildu beinanvegin sleppa út í
handlarnar.
Eftirsum tað var leygardagur helt systir Sannu at tað var passandi at
fara í Det Blå Pakhus. Tað er bara opið í vikuskiftum. So fóru vit tað. Har
vóru vit í einar tveir tímar, og so til hús. So hugdu vit í sjónvarp eina
løtu, ótu og so í song.


Týsdagur, 15.10.2002

Í dag fóru vit uppaftur til Føroya. Flugu kl.15.15. Vóru í Vágum umleið
kl.16.30 í føroyskari tíð. Tað var ein ordilig uppliving at vera í Danmark.
Vit náddu alt vit ætlaðu okkum, og komu ikki aftur við ongum. Áðrenn vit
fóru til Danmarkar pakkaði eg kuffertið hálvfult, á heimferðini var tað
stappað. Taskan til hondbagagu var eisini full.
Umborð á flúgvaranum keypti eg nógv bomm. Dumle, Toblerone, Fazermint og
nógv, nógv anna? gott.
Eg gleði meg at sleppa aftur i skúla, so kunnu vit tríggjar, eg, Ebba og
Sanna, reypa okkum ordiliga. Meðan tey sum lurta hava gingið í skúla og
lært, hava vit verið í Danmark og keypt eina rúgvu av klæðum, og havt tað
stuttligt.
Men nú eg eri heimafturkomin er gott at sova í egnari song.