Dagarnir ásettir

Dagarnir eru nú ásettir, nær Stjørnan skal spæla altjóða dystirnar móti slovakiska liðnum HK Slovan Duslo. Føroyameistararnir úr Klaksvík fáa vitjan tann 12. og 14. september, og verða dystirnir leiktir í KÍ-høllini. Stjørnan skal royna at vinna sær víðari luttøku, og fyrireikingar eru so smátt byrjaðar í Klaksvík. Tað hevur ikki fyrr eydnaðst klaksvíkskvinnum at vinna seg víðari.