Í dag klokkan 15 verður Tórsbreyt tikin í brúk. Kring breytina, sum er á Hálsi í Havn, verða nógv tiltøk og øll, ið eru við, fáa eitt skreytblað, sum er prógv um luttøku
Mentamáladeildin leggur upp til hátíðardám, nú Tórsbreyt er liðug og verður tikin í brúk. Havnar Hornorkestur og Spaðar 5 fara at spæla.
Eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu hevur bjóðað vælkomin, fer Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, at halda røðu.
Umboðandi frælsu ítróttina fara Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum, og Randi Kúrberg, forkvinna í Hvirluni, at bera fram heilsan. Eftir hetta klippir Heðin Mortensen, borgarstjóri, snórin til Tórsbreyt.
Øll tey, ið ganga runt breytina fáa eitt skreytblað.
Býráðið eitir á fólk at fara í hóskiligar skógvar, ið ikki hava spískan hal, tá tey eru á Tórsbreyt. Tey, ið varða av breytini og hava teirra dagliga starv har siga, at eitt nú stiletthalar fara beint ígjøgnum vøllin, ið er úr gummi.
Tjald verður á økinum kring Tórsbreyt, har bólkurin Spaðar 5 fer at spæla. Í tjaldinum verður bjóðað kaffi, leskidrykkur og frukt.
Skráin fyri tiltakið er henda:
Kl. 14.45 Havnar Hornorkestur
Kl. 15.00 Ítróttafólk og onnur møta á Tórsbreyt
Heðin Mortensen, borgarstjóri bjóðar vælkomin
Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentamálanevndini, heldur røðu