Í dag verður hann ákærdur

Ariel Castro skal í dag í rættin í Cleveland, har hann formliga verður ákærdur fyri burturflyting og neyðtøku. Tveir brøður hansara, sum vórðu tiknir um somu tíð, eru latnir leysir, tí sambært ákæruvaldinum er einki, sum bendir á, at teir vóru vitandi um brotsverkið hjá bróðurinum.

Tvær av kvinnunum eru nú saman við familjum sínum, men tann triðja er enn á sjúkrahúsi.

Summir lokalir fjølmiðlar hava skrivað, at løgreglan í Cleveland fekk ábendingar frá fólki, sum hildu, at okkurt illgrunasamt var heima hjá Ariel Castro, men at løgreglan lat ikki við seg koma. Men leiðslan í løgregluni avsannar tey tíðindini.