Bátarnir, sum verða við til bátatreffið - ella bátahugnan - í Hvalvík í dag, savnast við Selatrað nú klokkan 13.30, og klokkan 15 verður lagt at í rúmliga bátahylinum í Hvalvík, har brúgvar eru lagdar út til umleið 70-80 bátar.
Í tjaldinum, sum er sett upp við bátahylin, verður smurt breyð við føroyskum viðskera, og her eru øll vælkomin til ein ókeypis breyðbita. Seinni í kvøld verður hugni og felagssangur í tjaldinum til langt út á náttina, og her eru eisini øll vælkomin at hugna sær saman við bátafólki.
Seinnapartstiltakið í tjaldinum verður í tímunum millum klokkan 15 og 17. Síðan verður steðgur til umleið klokkan 20.30 í kvøld, tá lagt verður fyri við hugna og felagssangi, har harmonikuspælarar spæla undir sanginum.
- Vit hava tryggjað okkum, at fólk eru við til felagssangin, sum duga at spæla á harmoniku, og vit vænta, at hetta verður eitt hugnaligt kvøld við nógvum bátafólki og øðrum góðum fólki, sum saman við okkum vilja verða við til hugnatiltak, sigur Dia Petersen, sum er ein av fyrireikarunum til bátatreffið.









