Í dag varpar allur heimurin ljós á umhvørvið

Dagin í dag eigur Móðir Jørð

 

Í dag er altjóða Jarðar dagur, sum er dagurin, har allur heimurin varpar ljós á umhvørvið í felag. Tað verður gjørt við ymsum átøkum og tiltøkum, og aðalmálini við hesum degnum eru millum annað at koma plastdálkingini til lívs og at fáa fleiri trø.

Jarðar dagurin sá dagsins ljós hin 22. apríl í 1970 í USA undir táverandi amerikonsku umhvørvisrørsluni. 20 milliónir amerikanarar fóru út á gøtuna fyri at mótmæla og gera vart við ynskið um eina burðardygga og umhvørvisvinarliga tilveru.

Síðan tá hevur dagurin verið hátíðarhildin á hvørjum ári. Í 2009 samtykti FN, at hesin dagurin skuldi vera altjóða Móðir Jørð dagur.

Næsta ár, altso 22. apríl 2020, verður 50 ára hátíðarhald fyri hesum degi, og tá verður nógv gjørt burturúr. Millum annað er Earth Day 2020 avbjóðingin, sum eggjar øllum at dokumentera sínar lokalu umstøður, sum kunnu gerast enn burðardyggari og sunnari.