Í dag var Ingibjørg fremst

Barnaróður gentur: Genturnar hjá Havnar Róðrarfelag vunnu spennandi kapping við Huldu, sum vann á norðoyastevnu

Tað var nýggjur vinnari í kappingini millum gentur í barnaróðrinum. Á norðoyastevnu var Hulda av Tvøroyri fremst og Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag næstfremst. Í dag var Ingibjørg fyrst á mál og henni næst Hulda.

Talan var um spennandi kapping, tí tað var bara eitt stórt sekund millum tveir teir fremstu bátarnar, og ikki so nógv aftanfyri var Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørrur.

Tað tók ógvuliga langa tíð at leggja gentubátarnar, tí tað er ikki so lítið av síðuvindi. Allar flaggtíðirnar eru útsettar umleið trý korter.

1 Ingibjørg 2.56.23

2 Hulda 2.58.06

3 Tambar 3.01.19

4 Rókurin 3.06.35

5 Spógvin 3.13.14

6 Heykur 3.13.36

7 Títlingur 3.15.17

8 Karin 3.15.26

9 Ørnin 3.16.45

10 Dúgvan 3.19.03

11 Beinta 3.22.28

12 Fiskurin 3.30.39

13 Blikur 3.31.32

14 Sílið 3.32.49