Tað vendi heilt øðrvísi, tá ið dreingirnir kappaðust á sundalagsstevnu í Hvalvík, enn tað gjørdi fyri viku síðani, tá ið tað varð kappast á norðoyastevnu í Klaksvík.
Á norðoyastevnu vann Heykur úr Hósvík, men tað eydnaðist ikki teimum úr Hósvík at vinna á sundalagsstevnu. Heykur var ongantíð við í kappingini um fremsta plássið og endaði á fjórða plássi.
Fyrstur á mál var Royndin Fríða úr Vági, sum á norðoyastevnu varð nummar fýra. Royndin Fríða var skutin undan tveimum bátum hjá Havnar Róðrarfelag – Sílið og Drekin – sum vóru í sera stórari kapping um næstfremsta plássið.
Firvaldur, sum var næstfyrstur á norðoyastevnu, endaði í dag á fimta plássi.
1 Royndin Fríða 5.30.26
2 Sílið 5.31.10
3 Drekin 5.31.37
4 Heykur
5 Firvaldur
6 Karin
7 Tjaldrið
8 Ørnin
9 Jallurin
10 Teistin