Í dag skal slagið standa

Í dag skulu David og Jórun kappast.

Føroyska ferðalagið er í hesum døgum í L.A. í USA, har heimsmeistaraskapið skal avgerast í dag. 

David Arge Galán, Jórun Mørkøre og hinir úr føroyska ferðalagnum nærkast nú endabrestinum av stóru kappingini. Seinastu vikuna hava tey verið í L.A. í USA, har tey hava fyrireikað seg og í dag skal slagið standa. Úrslitið verður greitt seint í kvøld føroyska tíð.

David gjørdist í fjør heimsmeistari í greinini Men's Physique og skal sostatt verja meistaraheitið. 

 

Áður hevur David sagt við in.fo, at tey fara eftir sigrinum og tey hava góðar vónir til, at tað fer at bera á mál aftur í ár. 

Á hesari síðuni ber til at stroyma kappingina og soleiðis fylgja við:

http://www.betteraesthetics.com