Í dag sigur Páll farvæl í Klaksvík

Fleiri av stuðulsspælarunum hjá Suðringum eru ikki tøkir í síðsta útidystinum í ár

Nú eru tað fleiri vikur síðani, at tað her á síðuni varð sagt, at Páll A. Klettskarð ikki fer at spæla við KÍ frá kappingarbyrjan 2019.

Tíðindini eru síðani váttað av felagnum, og í dag fer KÍ liðformaðurin at siga farvæl á heimavølli.

Eingin ivi er um, at Páll A. Klettskarð er ein av heilt stóru KÍ spælarunum. Tað siga dystartølini og máltølini. Eldhugaði hugburðurin og at hann burturav er liðspælari ber við sær, at Páll A. Klettskarð er ógvuliga populerur KÍ spælari.

Hann hevur ikki verið so leingi í Klaksvík, men KÍ legan hevur av álvara tikið Hørð H. Askham til sín. Tað tykist vera heilt sannlíkt, at Hørður í dag fer at spæla fyri síðstu ferð í bláa KÍ búnanum í Klaksvík.

 

Setningurin hjá Páll A. Klettskarð, Hørði H. Askham og liðfeløgunum er í dag at syrgja fyri, at møguleikin fyri at vinna heiðursmerki verður varðveittur undan síðsta umfari. Leygardagin skal KÍ spæla í Runavík.

Tað er ivasamt, um miðverjin Deni Pavlovic verður førur fyri at spæla ídag.

 

Suðringar eru fyri trettandu ferð í ár norðanfyri í ørindunum at spæla í landskappingini. Í dag sakna teir fleiri av stuðulsspælarunum. Liðformaðurin Teitur Olsen og Poul Ingason eru leikbannaðir og Búi Egilsson er skaddur.

Setningurin hjá Glenn Ståhl og Suðringum er at vinna sætta plássið, sum er eitt stig burtur.

 

Hetta er fyrstu ferð í ár, at Suðringar vitja í Klaksvík. KÍ hevur tvær ferðir vunnið 1-0 við Stórá í Trongisvági.