Í dag rann Karin fyrst

5-mannafør dreingir: Klaksvíksdreingir gjørdu av við allar favorittarnar

Tvær tær seinastu ferðirnar hava teir verið nummar trý. Tað var væl betri, enn tað var í Sundalagnum, tá ið teir endaðu á sætta plássi.

Í dag var tað sum í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus, sum sigur, at altíð rennur Karin fyrst.

Karin er gamla Fípan Fagra, og í dag vann Karin fyrsta sigurin við nýggja navninum. Harvið var Karin triði vinnarin í hesi kappingini í ár. Hinir vinnararnir hava verið Heykur og Royndin Fríða, sum í dag endaðu á ávikavíst fjórða og triðja plássi.

Drekin var næstfremstur. Karin var í miðróðrinum gott og væl leys av hinum, men í endaspurtinum gekk tað sera væl hjá bæði Drekanum og Royndini Fríðu, ið komu um málið mest sum stavn um stavn.

 

1 Karin 5:48.21

2 Drekin 5:50.12

3 Royndin Fríða  5:50.33

4 Heykur

5 Firvaldur

6 Tjaldrið

7 Ørnin

8 Jallurin

9 Sílið