Eftir góðveður í fleiri vikur – og fáar regndropar – er líkt til, at regnið kemur sterkt aftur í dag.
Danska verðurstovan DMI roknar við, at tað í dag verður 8-13 m/s av suðri og landsynningi. Skýggjað og regn mesta av tíðini. Hitin verður millum 7 og 10 stig.
Í nátt eitt sindur minni vindur eitt skifti, men framvegis ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
DMI roknar við nógvum vindi hósdagin. Fyrst 8-13 m/s av landsynningi, men út á seinnapartin 13-20 m/s av vestri við hørðum hvirlum. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin verður um 10 stig.