Í dag - sunnudagin 22. desember klokkan 17 - kemur jólaskip á Sand. Vanliga eru nógvir jólamenn umborð á skipinum, bæði yngri og eldri.
Tá jólaskipið kemur inn í havnina, plagar stórt fýrverks-tiltak at vera við havnalagið, og bæði børn, foreldur, ommur og abbar plaga at taka ímóti.
Av havnalagnum fara jólamenninir í brandbilinum norður á kommunuskrivstovuna, har børnini fáa pakkar, og jólagløggur, holukøkur og annað verður bjóðað.
Tað er Sands kommuna, sum skipar fyri, og har siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum seinnapartin í dag verður hildið í besta desemberveðri.