Í dag kemur Grísaflísapætur

Nýggj barnafløga kemur á marknaðin í dag. Tað er Jensina Olsen, ið stendur á odda í bólkinum Gummiskuggar. Móttøka verður í dag í 3?aranum, sum gevir fløguna út

Í dag klokkan 10:00 verður móttøkaí 3?aranum í SMS, í samband við, at bólkurin Gummiskuggar gevur út barnafløguna Grísaflísapætur.

Hetta eru løg, sum Knút Olsen hevur gjørt til orð hjá Alexandur Kristiansen og sum hann gav út í 1992.

Jensina Olsen hevur staðið fyri at fáa fløguna út og saman við Gummiskuggum hevur hon latið teir 11 sangirnar í nútíðar búnað.

Umframt Jensinu, so eru hesi við í Gummiskuggum. Lars Hellbo Jensen, Andrias Rasmussen, James Olse, Morten V. Graversen og Jan Petersen.

Góðu og vælsitandi løgini hjá Knút hóska væl til framúr orðasnildi hjá Alexanduri og saman við Gummiskuggum, er Jensina komin væl frá geva løgunum nýmótans snið.