Tá ið EB/Streymur var upp á tað besta, hilnaðist tað ofta væl hjá sundalagsmonnum í Klaksvík. Nú eru tað nøkur ár síðani, at EB/Streymur vann á útivølli ímóti KÍ. Tað var triðja august í 2012 – á summarfestivalinum – tá ið gestirnir í Klaksvík vunnu 3-1. Tað árið vann EB/Streymur FM.
Árið eftir endaðu uppgerðirnar í Klaksvík 1-1 og 3-3. Síðani hevur KÍ vunnið allar fimm dystirnar har norðuri við samlaða málmuninum 20-2.
Sammett við undanfarnu ferðirnar er nýggjur ábyrgdarmaður á KÍ beinkinum. Mikkjal Thomassen er leikbannaður, um tað ber til at siga tað soleiðis, og hjálparvenjarin Jákup Mikkelsen fer at hava ábyrgdina.
Hákun Edmundsson er langtíðarskaddur, Ísak Simonsen er farin at venja aftur, og Jákup B. Andreasen og Ólavur Niclasen eru tøkir aftur.
-Uppskriftin er at arbeiða nógv og væl. Vit iðraðu okkum um stigatapið á Skála, men nú hava vit fokus á EB/Streymi á heimavølli. Tað verður stór avbjóðing, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.
Hjá EB/Streymi er Jóhannes Hansen langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, hvønn leiklut Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen eru førir fyri at spæla ídag.
EB/Streymur hevur vunnið úrtøku ímóti B36, NSÍ og Víkingi, og nú bíðar toppliðið.
-Vit kenna, at pílarnir peika rætta vegin, og at tað fleiri ferðir er koppað okkara veg, so vit fara til Klaksvíkar við góðum treysti, sigur Gestur Bogason Dam, ið er aftur í barndómsfelagnum, har hann hevur vunnið fast pláss á vongverjanum í vinstru.









