Tað hevur verið øgiliga soltið við málskjótingini hjá B36 higartil í ár. Mikukvøldið eydnaðist tað at skora tvey mál í Runavík, men tá kendist tað sum um, at botnurin var náddur, tí NSÍ, sum var undirmannað í meiri enn ein hálvleik, vann 4-2.
Í dag átti B36 heimavøll í fyrsta umfari í steypakappingini, og nú glapp tað av álvara við at skjóta mál.
B36 vann 6-0 ímóti AB, sum ikki hevur havt serliga góða byrjan í næstbestu deildini. Hálvleiksstøðan var 3-0. Í tennis verður tosað um tennisegg, tá ið annar parturin vinnur 6-0.
Merkisvert var tað, at talan var um seks ymiskar málskjúttar hjá B36. Í fyrra hálvleiki vóru tað 17 ára gamli Martin Agnarsson, sum fyrr í ár legði so bragdliga fyri, men sum seinastu ferðirnar ikki hevur verið millum teir fyrstu ellivu, Brian Jakobsen, sum aftur í dag var fremsti maður og bara spældi fyrra hálvleik og Alex Mellemgaard, sum umsetti brotsspark til mál.
Í seinna hálvleiki økti fyrrverandi AB spælarin Bjarki C. Nielsen um munin til 4-0. Tá átti fyrrverandi AB spælarin Alex Mellemgaard uppleggið. Ragnar Samuelsen økti um munin til 5-0, og vongverjin í høgru, Benjamin Heinesen, sum higartil í ár hevur verið rættiliga málsøkin, staðfesti 6-0 sigurin.
Bjarni Petersen og Andrass Johansen vóru millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Tað hava teir ikki verið fyrr í ár.
Á AB liðnum vóru fleiri nýggir spælarar. Higartil í ár hevur veteranurin Heðin Stenberg vart málið. Í dag var 25 ára gamli spaniumaðurin Pedro L Moreno Gonzales málverji. Aðrir heilt nýggir spælarar eru Brandur Jákupsson, Jóhannes Dalsgaard, Jóan Pauli Tórsson, Hanus Ólavsson og Kristin Dahl Rasmussen.
B36 - AB 6-0 (3-0)
1-0: Martin Agnarsson 5.
2-0: Brian Jakobsen 21.
3-0: Alex Mellemgaard br 27.
4-0: Bjarki C. Nielsen 53.
5-0: Ragnar Samuelsen 71.
6-0: Benjamin Heinesen 79.
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Lars Enevoldsen (Mattias Weihe Joensen, 61.), Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen, Matias Thrane (Bárður Olsen, 46.) – Martin Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Brian Jakobsen (Andreas Thomsen, 46.)
AB: Pedro L Moreno Gonzales – Jákup Pauli Brackmann, Tróndur á Høvdanum, Sørin N. Samuelsen, Brandur Jákupsson, Ragnar Skála, Bjarni Skála, Bartal Skaalum Petersen, (Kristin Dahl Rasmussen, 46.), Jóhannes Dalsgaard, Jóan Pauli Tórsson, Rógvi Skála (Hanus Ólavsson, 76.)