Seinasti arbeiðsdagur hjá løgtinginum fyri summarfrítíðina er í dag, og 13 tingmál eru á skrá. Øll tingmálini eru triðju viðgerðir.
Tingfundurin byrjar klokkan 10 og fyrstu fimm málini, sum tingið viðger eru liður í pensjónsnýskipanini.
Onnur mál á skrá í dag eru Hvalbiartunnilin, tillagingar í leigulógini, djóravælferðarlógin, tvær eykajáttanarlógir, lógin um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum, og ein broyting í ferðslulógini, sum skal strika ásetingina um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru.
Sambært dagsskráunum hjá tingnevndunum er tað einans rættarnevndin, sum hevur mál liggjandi. Har eru sjey mál eftir, sum mugu avgreiðast á fundinum, sum verður beint undan tingfundinum í dag.
Hesi málini eru uppskotið hjá Helga Abrahamsen um at smáu valstøðini ikki skulu teljast upp hvør sær, tá løgtingsval er, um liberalisering av elorkukervinum og broytingar í elveitingarlógini, uppskot til broytingar í lógini um akfarsskránna, so at virki og feløg kunnu krevja parkeringsgjald, eitt uppskot um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum, eitt uppskot um frítíð við løn, og eitt um at javnseta arbeiðsgevarar í samband við sjúkradagpening.










