Í dag fekk hon sekkin

Tann 43 ára gamla Lisa Novak bleiv í dag strikað av lønarlistanum hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA.

Lisa Novak bleiv tikin í síðsta mánað. Tað vísti seg, at hon og ein felagi hennara, Colleen Shipman, høvdu hug á sama manni, og í einari roynd at sleppa av við kappingarneytan hevði Lisa Novak gjørt av at burturflyta Colleen Shipman í Florida.

Teinurin til Florida var heilar 1.500 kilometrar, men tað helt ikki Lisu Novak aftur. Tann 5. februar skuldi hon burturflyta Colleen Shipman, men tað miseydnaðist. Løgreglan kom á staðið, og Lisa Novak varð tikin. Í bili hennara fann løgreglan piparspræn og ymsar lutir, sum væl kundu brúkast sum vápn.

Síðani hevur Lisa Novak sitið í varðhaldi, og í dag, sjálvan altjóða kvinnudagin, fekk hon so at vita, at hon er ikki í starvi hjá NASA longur.