Í dag er republikanskt uppstillingarval í 10 amerikonskum statum. Valevnini kappast um meiri enn 400 valmenn, og úrslitið av degnum kann fáa avgerandi ávirkan á, hvør verður forsetavalevni hjá republikanska flokkinum í heyst.
Eygleiðarar eru á einum máli um, at Mitt Romney tykist hava teir bestu møguleikarnar, men teir ávara tó um, at Rick Santorum hevur havt stóra framgongd í seinastuni. Sambært eygleiðarunum er valúrslitið í statinum Ohio serliga avgerandi fyri kappingina millum teir báðar. Vinnur Romney har, kann tað hava við sær, at republikanararnir fara at góðtaka hann sum teirra valevni. Vinnur Santorum, er einki avgjørt.
Teir 10 statirnir, sum hava uppstillingarval Super Tuesday, eru Ohio, Tennessee, Georgia, Virginia, Alaska, Vermont, Massachussets, North Dakota, Idaho og Oklahoma.