Í dag er Ovastevna

Aftur í summar boða nólsoyingar frá met nógvum ferðafólki í Nólsoy. Ternan hevur so at siga verið full hvønn einasta dag. Og nú summarið er farið at halla, eru nólsoyingar framhaldandi til reiðar at taka ímóti hópin av gestum. Í dag er nevniliga Ovastevna.

 

Ovastevnan, sum hevur fleiri enn 20 ár á baki, er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, og verður hon í vikuskiftinum.

 

Bygdastevnurnar eru nógvar, men Ovastevnan er nakað serstakt, og eftir Ólavsøkuna og festivalarnar, man Ovastevnan mangan hava verið millum tær mest vitjaðu stevnurnar í Føroyum.

 

- Ovastevna er stevnan í Nólsoy har bygdafólkið ger alt, tey eru ment, at bjóða tær vælkomnum og vísa tær hvussu stuttligt, hugnaligt og gott tað kann vera, at vera í Nólsoy. Ovastevna er stevnan fyri alla familjuna. Børnini kunnu spæla frítt, meðan tey vaksnu hugna sær í bygdasliga umhvørvinum. Tú merkir veruliga, at tú er komin á bygd, bara 20 minuttir úr høvuðsstaðnum, siga fyrireikarar.

 

Skráin er løgd soleiðis, at tiltøk eru allan dagin og byrja longu leygarmorgunin. Hetta eru ikki bara typisk stevnutiltøk, men eisini tiltøk, sum geva ein brellbita av gerandisdegnum í Nólsoy. Leygarmorgunin byrjar við einum svimjitreffi, har fólk úr øllum landinum koma at svimja, dyppa ella vassa á hugnaliga sandinum á Malarenda. Hetta tiltak er sprottið millum svimjidamurnar í Nólsoy, sum gerandisliga svimja ella dyppa á Malarenda.

 

Sum nakað heilt serligt fyri børnini hava fyrireikararnir heitt á Dánjal á Neystabø, um at skipa fyri sangløtu fyri børn. Hugskotið kom Jensina Olsen við í fjør. Fyri vaksin er tað púra nátúrligt at sangløtur eru partar av stevnum og festivalum, og tí eiga børn eisini at kunnu fáa slíkar løtur, har tey sleppa at merkja kensluna av at syngja saman. Og soleiðis kom 'Nátturðasangur fyri børn' í lag, greiða fyrireikararnir frá.

 

Í Nólsoy er ríkt tónleikalív og nólsoyingum dámar væl at syngja og spæla. Hetta sæst eisini aftur í ovastevnuskránni. Kórkonsert við kóri samansett til stevnuna við útvaldum sangarum undir leiðslu av Leif Hansen verður í kirkjuni og sama kór fer at skipa fyri serligari kórsangløtu undir Botnagarði, har øll fáa høvi at syngja við.

Við vælvild frá Strandferðsluni er møguligt at koma um Nólsoyarfjørð nærum hvønn tíma.