Í dag byrjar hondbóltskappingin

Tveir dystir verða í Høllini á Hálsi í dag, nú sjøtul verður settur á landskappingarnar í hondbólti

Allan summarsteðgin hava føroysku hondbóltsfeløgini vant hart fram móti nýggju landskappingini, og nú er tíðin komin.

Í dag verða fyrstu dystirnir hjá bæði monnum og kvinnum leiktir í Høllini á Hálsi, og tað er Neistin, ið hevur heimavøll í báðum førum.

 

Klokkan 16.00 er dystur millum Neistan og Stjørnuna í SMS deildini, ið er fremsta deildin hjá kvinnum.

Les eisini: Stjørnan skal fylla eitt stórt pláss

Klokkan 18.00 eru tað mansliðini hjá Neistanum og KÍF, ið bresta saman í mansdeildini, ið nú kallast Okkara deildin.

Les eisini: KÍF venjarin: Vit droyma um endaspælið

Les eisini: Neistin skal verja væl aftur í ár

 

Sunnudagin heldur kappingin fram við hesum dystum:

SMS deildin: VÍF - StÍF klokkan 14.00 í Vestmanna

SMS deildin: Kyndil - H71 klokkan 14.00 í Høllini á Hálsi

Okkara deildin: VÍF - StÍF klokkan 16.00 í Vestmanna

Okkara deildin: Kyndil - Team Klaksvík klokkan 16.00 í Høllini á Hálsi