Í dag bíða stórar avbjóðingar

Í fyrsta umfari var talan um favorittsigrar í Runavík Open

Í gjárkvøldið var fyrsta umfar í Runavík Open 2017 i talvi í Løkshøll í Runavík.

 

Stórmeistararnir og altjóða meistararnir og bestu føroysku telvararnir telvaðu ímóti teimum, ið hava væl lægri styrkistal, og allir favorittarnir vunnu.

 

Í dag klokkan 15 verður annað umfar, og tá verður mótstøðan hjá teimum bestu munandi størri, enn hon var í gjárkvøldið. Tá vera innanhýsis uppgerðir millum teir, sum í fyrsta umfari vunnu fulla úrtøku.

 

Merkisvert er tað, at einki talv endaði javnt í fyrsta umfari.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum hevur tikið stig til kappingina, bjóðaði í gjárkvøldið vælkomið.

 

Tvær av eldsálunum í føroyskari telving eru fyriskiparar. Finnbjørn Vang er kappingarleiðari, og Hans Hjalti Skaale er dómari.

 

Bestu føroysku telvarunum bíða stórar avbjóðingar seinnapartin:

 

FM Høgni Egilstoft Nielsen (2354) – GM Igor Khenkin (2552)

 

GM Vadim Malakhatko (2540) – FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2340)

 

IM John Rødgaard (2332) – GM Mikhail Ulybin (2528)

 

Millum fleiri aðrar áhugaverdar uppgerðir eru hesar:

 

IM Einar Hjalti Jensson (2372) – GM Deep Sengupta (2587)

 

GM Oleg Korneev (2553) – Jonas Bjerre (2354)

 

GM Nikita Maiorov (2521) – Jon Kristinn Thorgeirsson (2319)

 

FM Vignir Vatnar Stefansson (2294) – GM Vladimir Hamitevici (2519)

 

GM Xu Yinglun (2518) – FM Filip Boe Olsen (2267)

 

Rasmus Thøgersen (2251) – GM Srinath Narayanan (2517)

 

GM Evgeny Gleizerov (2503) – FM Aksell O Karason (2249)

 

Kristjan Edvardsson (2191) – IM Sarin Nihal (2487)

 

GM Stanislav Savchenko (2479) – Sjúrður Thorsteinsson (2190)

 

FM Hans Kristian Simonsen (2185) – IM Yi Xu (2465)

 

GM Tejas Bakre (2456) – WIM Fiona Steil-Antoni (2183) 

 

Kappingin er almenn, og tað er ókeypis atgongd.