Dabo og Samba vóru í hopla

Við sigri í Fuglafirði hava toftamenn í kvøld lyft seg upp um niðurflytingarstrikuna

Í sjeyndu royndini eydnaðist tað hjá B68. Undan ferðini inn til Fuglafirðar seinnapartin var samlaða úrtøkan úr seks dystum trý stig. Úrtøkan var trý tap og tríggir javnleikir.

 

Í dag vann B68 3-1 á útivølli ímóti ÍF, sum undan dagsins dysti var á fjórða plássi við 9 stigum.

 

Hugburðurin hjá B68 spælarunum var sera góður, og B68 var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 1-0. Málið skoraði Mohamed Samba, áðrenn tíggju minuttir vóru farnir. Uppleggið átti Jørgen Nielsen. Hetta var aðru ferð í ár, at Samba skoraði.

 

Stutt undan steðginum hevði ÍF stóran møguleika at javna, men tað eydnaðist ikki, og so var tað øgiliga avgerandi, tá ið B68 lítla løtu eftir steðgin økti til 2-0. Væl upplagdi Jørgen Nielsen átti fríspælingina úr vinstru, og við handara stólpa setti Boubacar Dabo bóltin í netið.

 

So var B68 av álvara á sigurskós, og eitt korter undan leikloki var Dabo aftur upp á spæl, tá ið hann økti um leiðsluna til 3-0, og aftur var tað Jørgen Nielsen, sum átti uppleggið.

 

Fýra minuttir undan leikloki sá B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen gula kortið fyri aðru ferð, og so var B68 undirmannað síðstu løtuna. Minuttin eftir minkaði ÍF toppskjúttin Jhon Mena Perez um munin til 3-1, men tað eydnaðist ikki fuglfirðingum at kynda undir spenning.