Da Vinci-høvundurin skal í hægstarætt

Tveir rithøvundar vilja vera við, at Dan Brown stjól teirra hugskot, tá hann skrivaði ta kendu bókina

Dan Brown er vorðin kendur um allan heimin fyri bókina um Da Vinci-loyndarmálið, men rithøvundarnir Richard Leigh og Michael Baigent vilja vera við, at hann hevur stolið hugskotið frá teimum, og at innihaldið í bókini bygg­ir á upplýsingar, sum teir báðir hava brúkt sjey ár um at kanna.
Teir hava tí stevnt for­lag­num hjá Dan Brown eftir meiri enn 100 milliónum krón­um í endurgjaldi. For­lagið noktar at gjalda end­ur­gjald, og Dan Brown vil einki siga, og tí skal málið nú í hægstarætt. Har sleppur Dan Brown helst at svara fyri seg, tí roknað verður við, at hann verður avhoyrdur í rættinum.
Fyrr hevur Dan Brown sagt, at hann fekk hugskotið til bókina, tá hann var og vitjaði í Sevilla í Spania, har hann hoyrdi ein professara greiða frá málninginum Tann seinasta máltíðin hjá Leonardo da Vinci.