Dávur nýggjur í nevndini

Á aðalfundinum hjá Føroya Handverksmeistarafelag í farnu viku gjørdist greitt, at ein nýggjur nevndarlimur skuldi veljast í nevndina. Kjartan Hansen, ið umboðaði Meistarafelagið í Klaksvík, boðaði nevniliga frá, at hann ikki stillaði upp aftur. Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.


Í hansara stað innstillaði Meistarafelagið í Klaksvík Dávur Høgnason, ið sostatt tekur við nevndarsessinum. Harumframt innstillaði Meistarafelagið í Klaksvík eisini Frimodt Rasmussen sum eykalim.


Nevndin er sostatt nú mannað við Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldsen og Sjúrður Holm. Vinnuhúsið upplýsir, at nevndin longu hevur skipað seg við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.


Føroya Handverksmeistarafelag er samansett av lokalfeløgunum í Havn, Eysturoynni, Klaksvík, Vágum og Suðuroy.