Dávur Juul Magnussen fær gávugóðsið

Nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevur gjørt av, at Dávur Juul Magnussen skal fáa gávugóðsið á 60.000 krónur úr grunninum í ár. Dávur Juul Magnussen (f. 7. nov 1985) byrjaði at spæla trombone 12 ára gamal í 1998, sum næmingur á Føroya Musikkskúla.

Hugurin stóð til saksofon, men hann valdi trombone og tað var gott. Hann var virkin tónleikari áðrenn hann í 2006 flutti til Skotlands at lesa tónleik á The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Sum næmingur vann hann longu í 2008 fast starv sum Principal Trombone hjá The Royal Scottish National Orchestra ? tjóðarorkestrið hjá skotum, kent fyri sínar upptøkur av kendum klassiskum verkum og av filmstónleiki. Hann er virkin sum tónleikari í øðrum høpum í Bretlandi og ein solo floguverkætlan frá hansara trombone verður fyrireikað.

Hann er við í toymi í skotska tjóðarorkestrinum, ið gevur fronsku ljóðførisverksmiðuni Courtois ráð í sambandi við sniðgeving og menning av framleiðslu av nýggjum trombonum. Hóast longu í føstum starvi ætlar hann sær kortini at gera lesturin lidnan.

Dávur Juul Magnussen er ein sjáldsom blanding av einum lítillátaðum, musiskum. dugnaligum og vitugum menniskja við einari sterkari náttúruligari útstráling á palli, sum tað eisini sást av framførslu hansara á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri 2011.