Dávur foldar seg út á Tvøroyri

Sunnudagin fer Dávur í Tjørnuvík at siga frá einum longum og livandi lívi í gamla kongliga handlinum á Tvøroyri

Frásøgn
 
Sunnudagin fær gamli kongligi handilin á Tvøroyri forvitnisliga vitjan.
Tá fer Dávur í Tjørnuvík at siga frá einum longum, hendingaríkum og livandi lívi í handlinum hjá Thomsen á Tvøroyri, sum nú er pubb og kafé.
Hesa seinastu tíðina hevur hann verið á rundferð kring landið og sagt frá. Hetta er ein rundferð, sum gongur undir heitinum Dávur á ferð og sunnudagin klokkan 14 fer hann at siga frá í Thomsen-handlinum á Tvøroyri.
Dávur í Tjørnuvík er 94 ára gamalur og hann hevur sera gott minni. Har, hann higartil hevur verið og sagt frá, hevur nógv fólk verið og lurtað og tað er ikki so løgið, tí Dávur er er ein meistari at siga frá og hann livir seg av fullum huga inn í sínar frásagnir og fólk sita sum undir lestri, tá ið hann foldar seg út.
Og í einum longum og hendingaríkum lívi, hevur Dávur upplivað mangt, bæði á sjógvi og landi so evnini at práta um, tróta ikki.Í fjør skrivaði Sveinur Ísheim Tummasson bók, har hann letur Dáva siga frá um síni barnaár og fyrstu manndómsár.