Dávid verður sitandi

Íslendski forsætisráðharrin, Dávid Oddsson, sleppur at halda fram sum stjórnarleiðari aftan á altingsvalið leygardagin. Teir báðir stjórnarflokkarnir, Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, fingu 51,4 prosent av atkvøðunum og 34 av teimum 63 limunum í Altinginum. Á valinum fyri fýra árum síðani fingu flokkarnir 57 tingsessir.

Størstu framgongdina á valinum leygardagin hevði tann sosialdemokratiska Samfylkingin. Flokkurin fekk meiri enn 30 prosent av atkvøðunum, og hetta er fyrstu ferð í meiri enn 70 ár, at ein íslendskur flokkur hevur fingið meiri enn 30 prosent.

Dávid Oddsson hevur verið forsætisráðharri seinastu tólv árini, og hann er tann stjórnarleiðarin í Evropa, sum hevur sitið longst í leiðarasessinum. Nú fær hann so fýra ár afturat.