Dáturáðið tekur ákærur aftur

Almanna og Heilsumálaráðið hevur ikki brotið persónsupplýsingarlógina, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Dáturáðnum, og hon tekur skuldsetingarnar frá leiðaranum í Dátueftirlitinum aftur.


Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, varð hann vónbrotin og skakaður, tá hann í útvarpinum í síðstu viku varð lagdur undir lógarbrot, í sambandi við verkætlanina um talgildu jounalskipanina, sum í løtuni verður royndarkoyrd í pørtum av heilsuverkinum.
Tað var Herborg Sloan, dagligur leiðari á Dátueftirlitinum, sum legði Almanna- og Heilsumálaráðið, Landssjúkrahúsið og kommunulæknarnir, sum hava royndarkoyrt talgildu journalskipanina, undir at hava brotið persónsupplýsingarlógina.
- Vit hava sent Dátueftirlitinum eitt skriv, har vit krevja at Dátueftirlitið antin prógvar skuldsetingina ella tekur orðini í seg aftur, sigur  Hans Pauli Strøm, sum sigur seg vera sannførdan um, at Almanna- og Heilsumálaráðið og Landssjúkrahúsið hava handfarið málið á fullgóðan hátt. Og hann sigur seg kunna prógva, at neyðugu loyvini fyriliggja og at tað er púra burturvið at illteinkja eitt heilt ráð og ein landsstýrismann, tá einki hald er í ákærunum.
 
Einki lógarbrot er framt
Og Turið Debes Hentze, forkvinnu í Dáturáðnum, sigur við Sosialin, at tey mugu staðfesta, at einki lógarbrot er framt, og at nógv samskifti og samstarv er millum Dátueftirlitið og Almanna- og Heilsumálaráðið, og at onkur formlig viðurskifti skulu fáast uppá pláss.
- Uppgávan hjá okkum er ikki at koma við skuldsetingum um eina verkætlan, áðrenn hon er farin at virka. Harafturímóti er tað okkara uppgáva at ráðgeva og vegleiða stovnum og øðrum, sum fáast við persónupplýsingar, so tey ikki koma at fremja lógarbrot, sigur Turið Debes Hentze. Og hon vísir á, at tey hava møguleika at fara inn í eitt mál, sum er farið at virka, um tey meta, at eitthvørt illgrunasamt fer fram.
- Í roynd og veru skal Almanna- og Heilsumálaráðið bara senda okkum eina fráboðan, tá tey fara undir at fáast við viðbreknar persónupplýsingar, og so kunnu vit eftirkanna málið aftaná, um vit ivast í persónstrygdini, sigur Turið Debes Hentze. 
Spurd um tað fær avleiðingar fyri dagliga leiðarin í Dátueftirlitinum, at hon skuldsetti landsstýrismannin og ráðið fyri lógarbrot, sigur Turið Debes Hentze, at tað ongar avleiðingar fær, og at leiðarin eisini sjálv dró í land seinni, tá hon broytti ákærurnar til at snúgva seg um, at neyðugt var at fáa formligu viðurskiftini uppá pláss.
Men er tað í lagi, at fara út í fjølmiðlarnar við slíkum, spyrja vit forkvinnuna í Dáturáðnum, Turið Debes Hentze. Og hon endurtekur, at staðfest má, at einki lógarbrot er framt og at fólk kunnu koma til at úttala seg óheppið.