Dóttirin lá deyð á loftinum

Tá pápin fór til Irak í hertænastu, var gentan hjá honum við barn. Tá hann kom aftur 15 mánaðir seinni og vildi síggja barnið, lá dóttirin deyð á loftinum Lokala løgreglan í Harnett í Nort Carolina kannar nú eitt mál, har ein 11 mánaðar gomul smágenta er funnin deyð á loftinum í heiminum hjá mammu síni.

Harmony Jude Creech, sum smágentan kallaðist, varð fødd, meðan pápin, Ronald Earl Creech, var í Irak í hertænastu.

Gentan hjå honum var við barn, tá hann fór avstað, men tá hann 15 mánaðir seinni kom aftur og vildi síggja dóttrina, var hon deyð.

Pápin sá tí ongantíð dóttir sína á lívi.

So skjótt, sum hann kom innar og sá, at barnið ikki var har, ringdi hann til alarmin, og ein eftirlýsing eftir smágentuni varð send út.

Men tað vísti seg skjótt, at gentan hjá honum og mamma Harmony, visti, hvar barnið var.

Tað lá nevniliga deytt á loftinum.

- Mamman hevur sagt, at hon fann barnið deytt í barnasongini og bar síðan smágentuna á loftið, sigur sheriffurin í økinum, Larry Rollins, við CNN.

Sum skilst, hevur barnið verið deytt í fleiri vikur, og grannarnir vóru farnir at hugsa um, hvaðni roykurin, tey høvdu følt seinastu tíðina, kom.

Nú verður líkið kannað í eini roynd at finna út av, hvør orsøkin er til, at smágentan doyði.