Dóttirfelag hjá Eik lænir 300 milliónir úr Bankapakka II

Dótturfelagið hjá Eik Banka í Danmark hevur fingið tilsøgn um slakar 300 milliónir krónur úr Bankapakka II. Hetta styrkir um kapitalgrundarlagið og solvensin hjá Eik-samtakinum Dótturbankin hjá Eik Banka í Danmark, ið rekur størsta danska internetbankan, hevur fingið tilsøgn frá danska statinum um lán úr tí sonevnda Bankapakka II. Lánið er eitt ábyrgdarlán, ið verður upptikið sum hybridur kjarnukapitalur.

Lánið er á 295,3 milliónir krónur, harav 27,5 milliónir kunnu umleggjast til partapening. Lánið verður upptikið 30. juni 2009 við eini effektivari rentu á 11,5 prosent.

Búskaparráðharrin, Lene Espersen, hevur lagt dent á, at lán úr bankapakkanum verða veitt sunnum og væl riknum bankum.

Forstjórin í Eik Banka fegnast um lánið hjá dótturbankanum.

- Vit eru nøgd við, at kapitalgrundarlagið í samtakinum er styrkt, tí tað gevur tryggleika og økir vakstrarmøguleikarnar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Solvensurin hjá Eik Bank Danmark styrkist og verður væntandi 16,4 prosent tann 30. juni. Kjarnukapitalurin er 12,3 prosent.

Fyri samlaða EIK-samtakið merkir lántøkan, at solvensurin uppgjørdur fyri 1. ársfjórðing styrkist við 1,8 prosentstigum upp í 11,8 prosent, sum er 3,8 prosent omanfyri lógarkravdu 8 prosentini.

Til sammetingar kann nevnast at Føroya Banki hevur ein solvens á 20,8 prosent.

Lánveitarin kann ikki uppsiga lánið, men hinvegin kann bankin uppsiga lánið til kurs pari í tíðarskeiðnum 1. juli 2012 til 30. juni 2014 og til kurs 105 í seinasta lagi pr. 30. juni 2015. Eftir hetta kann lánið uppsigast til kurs 110.