Zakarias Wang
------
Nú er alt jubilkórið farið í gongd fyri at billa okkum inn, at vit fáa ein góðan og bíligan flogvøll við at byggja verandi vøll út.
Men hetta er fullkomuliga burturvið.
Prísurin fyri útbyggingina kann kanska tykjast lítil. Harraguð, hvat eru 500 milliónir krónur í dag? Tað er ikki meir enn 10.000 kr fyri hvønn íbúgva í landinum, ella eini 40.000 kr fyri hvørt húsarhald. Skulu vit ikki hava ráð til tað?
Sjálvandi hava vit tað, og eins væl og ein og hvør almenn útreiðsla kemur væl við, tá ið fólk eru arbeiðsleys, so gevur henda íløgan gagnligan ringvirknað í øllum samfelagnum.
Vansin er bara, at aðrar íløgur kundu givið so nógv meir av sær. 500 milliónir er ein stórur partur av teimum tveimum milliardunum, sum tað kostar at fáa Suðurtunnilin gjørdan, og hann hevði gjørt hetta spjadda oyggjaland til eina heild, har fólk kundu búð allastaðni og arbeitt allastaðni, soleiðis at vit gjørdust eitt fleksibult og kappingarført samfelag. Hetta er ein verkætlan, sum er klár at fara í gongd og kundi verið liðug um tvey ár, um rætt varð farið fram.
Men tað versta við hesi flogvallaíløgu er, at hon um nøkur fá ár fer at vísa seg at vera fullkomuliga burturspilt. Vit kunnu ikki vera við í nútíðar heimssamfelagnum uttan at hava ein líkinda flogvøll í hesum landi. Tí fara vit um stutta tíð at fáa ein flogvøll, sum er minst 2200 metrar langur og hevur lýtaleysar innflúgvingarmøguleikar. Hann fer ikki at kosta stórt meir enn tann bjøssing av núverandi flogvølli, sum nú verður samtykt, men eitt vita vit við vissu: Tað kostar so nógv at reka flogvøllir, at tað ikki kemur upp á tal av hava tveir í Føroyum. Tann, sum hevur verið, verður tí niðurlagdur.
Her er tí ein ávísur missur, men hann er einki at tala um samanborið við tann miss, sum vit koma at hava ár um ár av at hava valt eina so skeiva loysn av okkara flogvallaviðurskiftum. Ein og hvør, sum veit hvat fer fram í nútíðarsamfelagnum, veit at fiskur verður flogin frá Asorunum til marknaðin.
Hetta er tí at tað loysir seg. Vit vita, at fiskur er best tá hann kemur inn um stokkin, og skjótari hann kemur á døgurðaborðið, hægri prís kann hann fáa. Metingar siga, at farna tíggjuáraskeið hevur árligi missur okkara av at hava ov vánalig flogvallarviðurskiftið verið um 700 milliónur um árið. Hesin missur kemur at halda fram við tí avgerð, sum løgtingsmeirilutin nú er í holt við taka at upp á nakkan av okkum, og hetta er dýrt.