Tað er ikki loyvt bara at seta bilin frá sær onkustaðni. Heldur ikki, tá ein fer til fótbólt í Gundadali. Men kortini eru tað nøkur, sum gera tað allíkvæl, og viðhvørt verða tey revsað av løgregluni, aðrar tí verða tey tað ikki.
Mikukvøldið leikti HB altjóða dyst á Tórsvølli, og fitt av áskoðarum høvdu leitað sær niðan í Gundadal.
Eins og so ofta fyrr, settu fleiri teirra bilin frá sær á gongubreytini omanfyri gamla HB-húsið, og tað er ikki tað, sum løgregluni dámar best.
Løgreglan hevði nógv fólk í Gundadali mikudagin, og tá teir nú vóru til arbeiðis, so kundu teir eins væl geva parkeringssyndarunum bót fyri ólógligu parkeringina.