Tað eru ikki nógv rósandi orð danski Niclas Bendtner fær í hesum døgum.
Hetta kemst av, at hann um vikuskiftið varð tikin fyri at koyra ávirkaður, og tað eru hvørki DBU ella Juventus serliga fegin um.
Bótin fyri at koyra ávirkaður er í mun til inntøkuna, og í gjár vistu donsku bløðini at siga, at bótin hjá Bendtner ljóðar upp á 842.000 krónur.
Í dag vita danskir miðlar at siga, at eisini Juventus gevur áleyparanum eina bót, og hon er áljóðandi 50.000 evrur, sum svarar til 372.000 krónur.
Hartil kemur, at Niclas Bendtner nú er niðast á raðlistanum yvir áleypsspælarar í felagnum.
Hetta er so tað, ið tað kostaði Niclas Bendtner ikki at duga sær hógv. Hann er í løtuni útleigaður til Juventus frá Arsenal, og hesin býtúrur hevur higartil kostað honum seks mánaðar karantenu á landsliðnum, hevur skumpað hann longur út í myrkrið í Juventus og eina samlaða bót á 1.214.000 krónur.