Dýrt reytt kort

Neistin-Kyndil 31-25 (16-9)

Neistakvinnurnar halda enn kósini móti FM-finaluni.

Fyri steðgin var heldur einki, sum bendi á, at tær ikki skuldu basa Kyndil, men fyrstu longu løtuna av seinna hálvleiki kom stígur í.

Kyndil hevði nevnliga langt ífrá givið skarvin, og tær mintaðu munin niður í 2 mál.

Men tá Guðrun í Lágabø í Kyndils-málinum fekk eina rættiliga diskutabla útvísing, vendi fullkomuliga. Neistin fekk aftur tamarhald á sínum spæli, og við sjey málum á rað beindu tær allan iva um úrslitið fullkomuliga burtur.

Bestu málskjúttarnir hjá NEistanum vóru Nicoleta Radu Hansen og Anna Clementsen, sum skutu 7 mál hvør. Tað sama gjørdi Jacklin Durhuus fyri Kyndil.