Á hvørjum ári ger fyritøkan Mercur Human Resource Consulting eina sammeting av, hvat tað kostar at búgva í nógvum býum ymsastaðni í heiminum. Fyri tveimum árum síðani var Keypmannahavn nummar 62 á listanum, men júst hesi bæði árini eru viðurskiftini nógv broytt. Í fjør var Keypmannahavn á 15. plássi, og nú er hann nummar 8. Tað merkir millum annað, at tað er dýrari at búgva í Keypmannahavn enn í New York.
Tokyo er tann dýrasti býurin at búgva í, og í Evropa er tað London. Tann bíligasti býurin í Evropa er rumenski høvuðsstaðurin Bukarest, og tann næstbíligasti er Limasol á Kýpros. Heimsins bíligasti býur at búgva í er høvuðsstaðurin í Paraguay, Asunción.
Sammetingin ímillum býirnar er grundað á prísin á millum annað bústaði, flutningi, mati, klæðum og undirhaldi.










