Dýrt í Danmørk

Ein viðmerkjari á fundinum nevndi eitt dømi um, hvussu nógv ein kann spara, um farið verður aðrastaðir enn til Danmarkar at keypa framleiðslutól. Hann segði, at ein virkisleiðsla hevði tikið avgerðina um at keypa tól frá vanliga seljaranum, men ein teldukønur maður á virkinum bønaði um at sleppa at leita eftir øðrum møguleikum á teldunótini.

Úrslitið av hesi leiting var, at tólið, ið kostaði 1,4 mió í Danmørk, stóð virkinum í 600.000 krónum tá tað lá spildurnýtt við bryggjukantin í Tórshavn. Virkið hevði sostatt, hóast tólið kom heilt úr USA, spart 800.000 krónur, bert við at trýsta nakrar ferðir á eitt knappaborð.