Brúkararáðið í Danmark fýlist nú á, at fleiri av teimum smáu bankunum hava ikki lækkað rentuna á eitt nú billánum, hóast rentan hjá Tjóðbankanum er lækkað fleiri og ferðir og er metlág nú.
Niðurstøðan hjá ráðnum er, at viðskiftafólkini verða snýtt.
Carsten Holdum, sum er leiðandi løgfrøðingur hjá Brúkararáðnum, sigur við Politiken, at viðskiftafólkini hjá teimum smáu bankunum bera kostnaðin av vánaligum rakstri og ivasomum íløgum. Fleiri av bankunum viðganga, at teir halda rentuni uppi fyri at fáa tapini innaftur.