Dýrt at steðga fyri reyðum ljósi

Ein frágreiðing hjá teimum donsku vegamyndugleikunum kemur til ta niðurstøðu, at óneyðug bíðitíð við tey reyðu ferðsluljósini kostar danska samfelagnum 1,3 milliard krónur um árið.

Myndugleikarnir tosa um óneyðuga bíðitíð, tí nógvastaðni eru ferðsluljósini alt ov illa samskipað, og aðrastaðni er innstillingin skeiv, og tí noyðast fólk at bíða longri enn neyðugt. At fáa hesi viðurskiftini í rættlag kostar einar 10 milliónir krónur um árið, og tí er nógv at spara, siga vegamyndugleikarnir.

Í danska kommunufelagnum eru tey sinnað at kanna trupulleikan. Martin Damm, sum er formaður í teknisku nevnd hjá kommunufelagnum, sigur við DR, at hann er ovfarin av, at tað skal bera til at spara so nógv. Hann ivast tí ikki í, at kommunurnar fara at kanna, um tær kunnu samskipa ferðsluljósini betur, so fólk ikki spilla tíðina burtur við at sita og bíða longri enn neyðugt.