Dýrt at missa galskapin

Írsku stjørnurnar sluppu av álvara at arbeiða yvir á Tórsvølli mikukvøldið. Í 70 minuttir vóru tað kanska enntá føroyingar, sum stóðu fyri undirhaldinum, men tað kostaði dýrt, at takið varð slept fyrsta góða korterið eftir steðgin

Kritisku røddirnar, sum hava verið frammi um fótbóltslandslið okkara seinastu tíðina, munnu vera dempaðar nakað, eftir at Føroyar tvær ferðir innan fimm dagar góvu bæði Sveis og Írlandi ein skarpan gang. Ikki bara á máltalvuni, har talan í báðum førum gjørdist um hesi »heiðurligu« tapini, sum eftir hondini kenna alt ov væl. Men meira tí mátin, sum hesi komu uppá, veruliga sýndi umheiminum, at okkara menn á einum góðum degi kunnu takast við teir størstu.
Ikki sum móti Fraklandi, har tú alla tíðina hevði kensluna av, at teir nokk stýrdi tí mesta, sum gekk fyri seg. Og ikki sum móti Týsklandi, har eitt konstant blitzkrieg nærum gjørdi tað til ein spurning um tíð, áðrenn málið fór at koma.
Men tí okkara veruliga spældu upp við mótstøðuna í nógvar mátar. So hevur tað minni at týða, at Damien Duff og Roy Keane hvør í sínum lagi forvinna meira um vikuna enn eitt vanligt føroyskt húsarhald ger um árið. Tá alt kemur til alt, so eru teir ikki meira enn menniskju, og tí ber eisini til at spæla fótbólt móti teimum.

Væl eydnaðar broytingar
Men tað krevur eitt sindur av galskapi, um okkara skulu vera við á hesum støðinum. Realistiskt sæð, so hava vit kanska als ongan møguleika móti slíkum tjóðum, og tí skulu spælararnir onkursvegna vera hálvsvakir, skulu teir veruliga trúgva uppá, at hetta skal bera til.
Og fyrstu trý korterini var hetta svakliga eisini til staðar. Sum lýdnir soldátar helt hvør tann einasti maður fast um avtalurnar, sum gjørdar vóru. Tað var kanska óvæntað, at Heðin byrjaði inni fyri Jákup á Borg, men fyri tað allar mesta, so sannførdi hann eisini um, at hetta var rætta avgerðin. Hann tordi at bjóða av, og ikki minst, so sýndi hann eisini vilja at renna ÁÐRENN bólturin varð spældur. Hetta gav honum eisini besta føroyska møguleikan í dystinum, tá Fróði stakk djúpt, og Heðin meddaði skeivu megin stólparótina.
Og at Julian eins óvæntað hevði pláss í hinum borðinum, tóktist eisini hava ynsktu effektina. Sum eitt annað ekspress-tok koyrdi spælandi B68-venjarin upp og niður í síðuni, og fleiri fekk hann órógvað javnvágina í írska verjuspælinum, soleiðis at rúm og tíð varð til okkara at fáa glið á sítt spæl.

Naivir írar
Men mest av øllum, so tóktist fyrri hálvleikur at prógva tvinnar lutir, sum ofta hava verið diskuteraðir, tá føroyska landsliðið roynir seg í altjóða høpi.
Fyrst av øllum, so undirstrikaði tað ein sannleika, sum landsliðsvenjarin fleiri ferðir hevur nomið við. Ikki minst eftir dystin móti Sveis. At tað hevur lítlan og ongan týdning, hvørt tú á pappírinum spælir við einum, tveimum ella trimum monnum í álopinum.
Á tekniborðinum, so var føroyska útgangsstøðið neyvan meira framrættað, enn tað var á Svangaskarði fyri viku síðani. Við Claus Bech Jørgensen í hangandi leiklutinum, sum Rógvi tá hevði, varð kanska í minni mun lagt upp til langar sendingar, men tað hevði minni at siga. Størri týdning hevði tað, at kantarnir komu við í spælið frameftir. Tað merkir fyrst og fremst, at innlegg og møguleikar fáast í spælið, og so er tað uppgávan hjá miðvøllinum at stuðla upp undir einsamalla áleyparan, tá bóltarnir koma innfyri.
Har næst, so fingu írar ein lærupenga um, at tað ikki er so heilt víst, at tað altíð loysir seg við einum treytaleysum trýsti, tá spælt verður móti smátjóðum. Í øllum førum ikki, um smátjóðin eitur Føroyar.
Tí stórur partur av góða føroyska avrikinum skal eisini tilskrivast offensiva írska útgangsstøðinum. Við at spæla við trimum monnum heilt frammi og trimum sera framrættaðum miðvallarum, lótu teir nevnliga eisini upp fyri føroyskum spæli hinvegin. Megnaðu okkara at spæla seg framvið fyrstu írsku ketuni, so bleiv aloftast gott pláss at spæla. Okkara fingu bæði pláss og tíð at spæla sítt spæl, og tí vórðu írar í nógv størri mun enn ætlað noyddir at renna heimeftir vøllinum.
Tað hoyrir tó eisini við til hesa søguna, at orsøkin til, at okkara yvir høvur komu somikið langt niðan, at pláss varð til at spæla, var føroyskt dirvi og frekleiki. Okkara menn tordu at spæla bóltin niðan á miðvøllin. Einstaka ferðirnar enntá í tøttum kombinatiónum niðan eftir vøllinum, og tað høvdu írar í øllum førum ikki sæð fyri bara hálvum ári síðani.

Galskapurin hvarv
Tí var tað við eini góðari kenslu, at farið varð til hálvleiks. Írsku tíðindamenninir tóktust heldur ikki verea heilt álvuligir í steðginum. Høvdu ivaleyst roknað við, at talan skuldi gerast um ein hampuliga tryggan sigur, hóast venjarin hevði tosað um nakað annað.
Og tí bíðaðu flestu føroyingarnir við góðum treysti í regninum til seinastu trý korterini.
Men tað stóð skjótt greitt, at hesi fóru ikki at gerast eins hugalig, sum fyrri hálvleikur var. Tað tóktist, sum var nakað av galskapinum á liðnum burtur. Sjálvandi vóru menn framvegis uppsettir, og vit fingu eisini eitt hornaspark alt fyri eitt, sum Rógvi tíverri stútaði uppum.
Men tað var, sum var hetta nú meira ein vanligur dystur hjá føroyingunum. Ikki ein av hesum, har hvør maður spælir yvir evni, men heldur ein, har menninir spældu upp til sítt besta. Um tað kann sigast so.
Og tá so er, so er trupult hjá okkum at standa okkum á altjóða vøllinum. Írar revsaðu eisini okkum alt fyri eitt. Ein bóltur varð stungin inn um Atla Danielsen, og tá Jákup nølaði tann avgerandi brotpartin av einum sekundi, varð Stephen Elliot fyrr á bóltinum, og so rendi málverjan írska áleyparan um koll. Nakað annað er so tað, at bólturin neyvan var í spælbarari frástøðu, men hevði fari til málspark, óansæð um maðurin fór um koll ella ikki. Men í slíkum støðum verður aloftast bríkslað fyri brotssparki kortini, og tað var júst tað, sum bulgarski dómarin gjørdi.
Jákup hevði hondina á, men hann fekk kortini ikki forðað Ian Harte í at skora, og so var Írland á sigurskós.
Og tað gingu heldur ikki meira enn sjey minuttir, so var aftur galið. Hesa ferð var málið av hesum slagnum, sum kann koma fyri, um okkara menn søkka ov langt aftur. Spælt var í og kring føroyska brotsteigin, og tá Kevin Kilbane so meddaði til, var Óli Johannesen óheppin at avrætta skotið, sum soleiðis fullkomuliga snýtti Jákup Mikkelsen.

Góð kensla
Talan kundi eisini verið um enn tryggari sigur, var tað ikki fyri eina frálíka dupult-bjarging frá Jákupi, men eftir hetta tóktist tað, sum komu okkara betri við. Írar tóku seg eisini nakað aftur á vøllin, nú teir høvdu stigini, sum komið varð eftir, og meðan føroysku og írsku áskoðararnir kappaðust um, hvør kundi syngja harðast, otaðu okkara menn so aftur fram í dystin.
Talan gjørdist kanska ikki um teir heilt stóru møguleikarnar, men í løtum varð talan nú um eitt gott og væl skipað føroyskt trýst. Vøllurin varð gjørdur breiður, bakkarnir komu upp við, og so restaði bara høvdið hjá Rógva ella onkrum øðrum, tá mongu innleggini vórðu send innfyri. Hetta hendi tó ikki, og nærmast við mundu føroyingarnir vera, tá Heðin á Lakjuni við annars kalda høgra beininum langaði til úr 20 metrum, men Shay Given í málinum fekk tó vart fyri teirri royndini eisini.
Góði endaspurturin hjálpti eisini til við at halda fast um góðu kensluna hjá áskoðarunum av dystinum. Okkara menn prógvaðu, at teir væl kunnu vera við á hesum støðinum. Og teir prógvaðu eisini, at tosið um vantandi framgongd og kanska eisini beinleiðis afturgongd ikki hevur hald í veruleikanum.
Men veruleikin er eisini, at skulu Føroyar standa seg á hesum støðinum, so krevur tað, at allir mans eru heilt á tindinum til hvørja einastu uppgávu. Og at teir verða standandi á tindinum í samfullar 90 minuttir. Mótstøðan er aloftast av slíkum slag, at verður takið slept eina lítla løtu, og sita tacklingarnar bara hart heldur enn knallhart í lítla løtu. So verða vit revsaðir. Snøgt sagt, so skal galskapur til.