Ráðgeving
Alfred Olsen, løgtingsmaður, sigur, at hóast tilmælini hjá fiskifrøðingum ikki hava verið fylgd, er ikki líkt til, at hetta hevur gingið álvarsliga útyvir okkara fiskastovnar.
- ICES og Fiskirannsóknarstovan hava í fleri ár mælt til niðurskurðir í fiskidøgum uppá í miðal eini 25% á hvørjum ári, tá ið ræður um høvuðsfiskasløgini. Men hóast hesi tilmæli ikki eru fylgd, noyðast fiskifrøðingar kortini at ásanna, at fiskastovnarnir sum heild eru væl fyri.
Løgtingsmaðurin, sum eisini er limur í vinnunevnd løgtingsins, vísir til Kjartan Hoydal, fiskifrøðing, sum hevur sagt, at grundarlagið undir tilráðingunum hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni er ein kvotaskipan og ikki fiskidagaskipanin, sum vit hava í dag.
- Líkt er til, at fiskifrøðingar "gloyma", at vit hava eina ? um vit so kunnu siga ? sjálvregulerandi fiskidagaskipan og ikki eina kvotaskipan, sum vit áður høvdu.
Løgtingsmaðurin vísir á, at tilmælini hjá fiskidaganevndini hava víst seg at hildið betur enn tilmælini hjá ICES og Fiskirannsóknarstovuni.
Hann harmast um, at lagt verður so harðliga eftir húkaflotanum í nýggjasta tilmælinum hjá fiskifrøðini, tí hann heldur ikki, at grundarlag er fyri øllum tí, sum ført verður fram mótvegis útróðrar-og línuflotanum.
- Tað, sum vit her síggja, er ein annar hugburður enn tann, vit plagdu at halda um húkaveiði, og eg ivist stórliga í, um fiskifrøðin her er á rættari leið, sigur Alfred.
Løgtingsmaðurin heldur, at høvdu tilmælini hjá fiskifrøðingum upp ígjøgnum árini verið fylgd slaviskt, hevði samfelagið havt mist ógvuliga stór virðir.
- Hetta hevði so sanniliga sæst aftur, bæði á sjógvi og landi, sigur Alfred Olsen, løgtingsmaður.