Ein dómstólur í Marokko hevur gjørt av, at eitt av landsins tíðarritum skal ikki koma út næstu tveir mánaðarnar. Samstundis eru fleiri av blaðfólkunum dømd í fongsul.
Orsøkin er ein grein, sum stóð í tíðarritinum í mai. Hetta var ein samrøða, sum tíðarritið hevði havt við Mohammed al-Abbadi, sum situr í nevndini í teimum av teimum størstu islamsku felagsskapunum í Marokko. Myndugleikarnir í Marokko viðurkenna ikki felagsskapin, og í samrøðuni var ymiskt, sum kongi ikki hóvaði. Tað var nóg mikið til, at bæði ritstjórin og tveir blaðmenn máttu í rættin.
Týsdagin fingu teir báðir blaðmenninir hálvt annað ára fongsul, og blaðstjórin fekk tvey ára fongsulsrevsing. Harafturat skulu teir rinda 7.000 krónur í bót hvør, og tíðarritið skal ikki koma útaftur fyrr enn um tveir mánaðir.