Í hálvleikinum í amerikonsku Super Bowl-kappingini fyrr í ár sang songkvinnan Janet Jackson. Alt bleiv sent beinleiðis í sjónvarpinum, men mitt undir sanginum hendi tað, at plaggið, sum fjaldi annað bróstið hjá songkvinnuni, datt niðurfrá.
Sjálv helt Janet Jackson uppá, at talan var um eitt óhapp, men mong vildu vera við, at "óhappið" var tilætlað. Í øllum førum vildi fjølmiðlaeftirlitið ikki góðtaka tað, sum hendi, og tað hevur nú dømt sjónvarpið CBS at gjalda 3,3 milliónir krónur í bót. Sambært eftirlitinum var tilburðurin ósømiligur.
"Óhappið" hjá Janet Jackson vakti so stóran ans, at amerikanskir politikarar valdu at taka málið upp. Kongressin og Umboðsmannatingið hava síðani samtykt at herða revsingina fyri at tílíkt - óhapp ella ikki.